Um eina góða viku fara viðhaldsfólkini hjá zimbabwiska forsetanum, Robert Mugabe, at hátíðarhalda, at forsetin fyllir 83. Í tí sambandi er ein ungdómsfelagsskapur farin undir at savna pengar til hátíðarhaldið, og sambært fjølmiðlunum er ætlanin at savna góðar sjey milliónir krónur. Hesin felagsskapurin varð stovnaður í 1986 og hevur til endamáls at gera nógv burtur úr forsetanum. Eitt nú skulu teir einstøku landspartarnir lata 375.000 krónur hvør, hóast teir í veruleikanum ikki eiga sýru í vegg. Eygleiðarar siga, at landsins búskapur er í fríum falli, og inflasjónin er um 300 prosent um árið. Kortini verður einki spart, tá Mugabe fyllir.