Kappingin í fjallasúkkling á Oygggjaleikum er um at vera av, og tað er ikki líkt til, at Føroyar eru serliga nær nøkrum heiðursmerki.
Fremsti føroyski súkklarin er Helgi Winther Olsen, sum fyri tveimum árum síðani vann bronsu, men sum skilst røkkur hansara tíð í dag til eitt 12. pláss.
Sagt verður annars, at talan í ár er um eina tekniskt sera krevjandi rutu, og at hetta helst hevur argað føroysku luttakararnar meira enn gott er.