Einki sjóforhoyr

Skipaeftirlitið metir ikki óhappið hjá Norrønu vera álvarsligt

ÓHAPP

 
- Vit hava verið og kannað skipið, og ein frágreiðing kemur ein av fyrstu døgunum. Talan verður um eina stutta frágreiðing. Vit skulu analysera nøkur data og skriva, hvat fór fram, men hetta líkist øðrum óhappum, sigur Óli Hans Hammer Olsen, stjóri á Skipaeftirlitinum
Umvegis Norsk Veritas, ið umboðar klassan, góðkendi Skipaeftirlitið, at skipið kundi fara avstað í morgun og halda leiðina til Íslands.
Óli Hans Hammer Olsen sigur, at Skipaeftirlitið ikki fer at krevja sjóforhoyr, tí teir meta óhappið at vera so lítið.
- Hetta er plátuarbeiði burturav, sigur stjórin á Skipaeftirlitinum.
Spurdur, um talan kann vera um kleyvarskap, sigur Óli Hans Hammer Olsen, at tað vil hann helst ikki gera viðmerkingar til.
Stjórin metir ikki, at talan er um treiskni hjá Smyril Line at leggja við bryggju í Havn í gjár.
- Tað veit eg ikki, tað tori eg ikki at siga. Hann legði at í Havn, men hatta hendi, tá hann legði frá landi, vísir Óli Hans Hammer Olsen á, og leggur afturat, at Havnin er betri pláss at leggja at, enn summi onnur støð í landinum og at veðrið ikki var so vánaligt, tá Norrøna legði at við bryggju í Havn í gjár.