GSM
Í útlondum verðut tað nógv nýtt at hava sokallaði Sim-lock í fartelefonunum. Hesi Sim-lock gera tað, at fartelefonin verður knýtt til eitt ávíst Sim-kort, og setur tú eitt annað kort ? frá øðrum veitara ? so avvísir telefonin kortið.
Vanliga hevur hendan skipanin virkað soleiðis, at kundin kann keypa eina fartelefon fyri ein bíligan penga við stuðuli frá veitaranum. Vanliga vil Sim-lock vera virkið í hálvt ár, og hetta heldur so kundan hjá fyritøkuni. Veitaran fær eitt loynital frá framleiðaranum av telefonini, og hetta kann seta Sim-lock í verk. Veitarin skal so avlæsa telefonina, um kundin ynskir at skifta felag.
Tekniski stjórin hjá Føroya Tele, Hjallgrím Hentze, sigur, at teir hava ikki nýtt Sim-lock.
?Tað kann vera, at onkur telefon, ið vit hava fingið heim, hevur havt Sim-lock innbygt, men hetta er ikki nakað, vit hava biðið um, sigur Hjallgrím.
Vanligt hevur heldur ikki verið at selt fartelefonir bílíga við stórum avsláttri í Føroyum. Tískil stendur tað kundum frítt at velja, hvønn veitara, teir vilja hava í dag ? og hvønn í morgin.









