Hóast langtíðarveðurforsøgnir benda á, at restin av heiminum kann vænta sær eitt lýtt vár og eitt heitt summar, eru útlitini ikki so góð fyri okkum í Føroyum.
Norðuratlantshavið hevur verið kaldari enn vanligt í vetur, og hesin kuldin letur til at halda á komandi mánaðirnar og ávirkar tíverri hitan á okkara leiðum í vár og summar, sambært Evropeiska veðurstovninum í Reading í Onglandi.
Amerikanski stovnurin Weather Services International sigur frá somu eygleiðingum, og metir, at miðalhitin í vár verður millum eitt og tvey hitastig lægri enn vanligt í Føroyum.
Orsøkin er, at norðuraltantshavið er kaldari enn vanligt, men júst hví so er, eru serfrøðingarnir ósamdir á málið um. Onkrir vilja vera við, at hetta er eitt greitt tekin um, at golfstreymurin er viknaður nógv seinastu tíðina, meðan aðrir vísa á, at tað er ikki allastaðni á leiðini hjá golfstreyminum norður eftir, at havið er kaldari enn vanligt, sum ein kanska vildi væntað, um tað var streymurin sjálvur, ið var viknaður. Millum annað verður víst á, at norðuratlantiski streymurin, ið fer framvið Føroyum og norsku strondini, ikki er nakað kaldari enn vanligt,
Men vit vita jú øll, at ringt er at spáa, serliga um framtíðina – og veðrið.