Einki serligt

Hvidovre spældi javnt, og Randers Freja tapti móti botnliðið, tá 15. umfarið í donsku 1. deild varð avgreitt um vikuskiftið

 

Danmark, 1. deild


Tað gekk einki serligt hjá føroysku fótbóltsútisetunum í Danmark, tá enn eitt umfar í næst bestu deildini varð avgreitt leygardagin.


Mistu aftur

Í Hvidovre vóru ætlanirnar stórar, tá Peter Schmeichel fyri einum ári síðani keypti partapeningin í felagnum. Eitt nýtt lið skuldi byggjast upp, og hetta kappingarárið skuldi miðjast eftir oddinum, men tað gongst ikki altið, sum prædikað verður.

Hvidovre hevur upplivað hópin av vónbrotum, og leygardagin kom so aftur eitt av slagnum, tá teir á útivølli leiktu móti B1913.

B1913 hevur annars staðið seg væl í ár, men tá gott 20 minuttir vóru eftir at leika, var tað framvegis Hvidovre, sum var á odda í dystinum. Sum tað so ofta hevur víst seg í ár, so megnaðu Óli Johannesen og teir tó ikki at halda fast, og tí máttu teir fyri sættu ferð í ár taka til takkar við einum javnleiki.


Taptu á botnliðið

Hjá Randers Freja og Atla Gregersen hevur gingist heldur betri enn hjá Hvidovre, men sunnudagin mistu teir eitt týdningarmikið fet í oddinum.

Roknað varð annars ikki við, botnliðið úr Fredericia skuldi gera stórvegis við oddaliðið, men eftir at teir heilt tíðliga í dystinum løgdu seg á odda við brotssparki, eydnaðist teimum at halda Randers Freja frá fatinum í 86 minuttir, og sostatt fingu teir úr havnarbýnum sín triðja sigur hetta kappingarárið. Ein sigur, sum samstundis lyfti Fredericia upp um niðurflytingarstrikuna.