Aðalfundurin hjá SEV hevur júst samtykt, at einki samstarv verður við Magn um vindmyllurnar í Húsahaga.
Tað var einmælt samtykt á aðalfundinum hjá SEV fyri løtu síðani, at SEV ikki skal gera samstarv við oljufelagið Magn um eigaralut í vindmyllulundini í Húsahaga.
Tað hevur ligið í kortinum, at oljufelagið Magn skuldi eiga lut í partafelagnum, sum skal eiga og reka vindmyllulundina í Húsahaga. Men so verður ikki.
Í staðin hevur aðalfundurin hjá SEV samtykt, at vindmyllurnar í Húsahaga og vindmyllurnar í Neshaga skulu leggjast í hvør sítt partafelag, har SEV skal eiga allan partapeningin einsamalt.