Sigling
Fyrireikararnir av teimum báðum bátastevnunum, sum hildnar verða hetta vikuskiftið, hava ongatíð havt samband hvør við annan, sigur Hans Jacob Djurhuus, sum er nevndarlimur í Hósvíkar Róðrarfelag.
Av Tvøroyri hevur annars verið sagt, at tað er keðiligt, at báðar stevnurnar falla saman, tí tað hevur helst gjørt, at so fáir føroyingar koma til stevnuna á Tvøroyri. Hildið hevur verið fram, at tey hava tosað við hósvíkingar um hetta, og vóru tá samd um, at hava stevnurnar hvør sítt vikuskifti, júst fyri at sleppa undan slíkum samanfalli.
Men hesum vísir nevndarlimurin í Hósvíkar Róðrarfelag aftur. Hann sigur, at tey gjørdu av longu í fjør, at regattain í Sundalagnum skuldi verða eitt árliga afturvendandi tiltak, sum haldast skuldi í samband við Ovastevnuna í Nólsoy.
Hann dugir ikki at skilja uppáhaldið av Tvøroyri, sigur Hans Jacob Djurhuus, sum heldur tað vera keðiligt at verða lagur undir at vera orsøk til eina kanska miseydnaða stevnu á Tvøroyri.
Annars sigur hann um regattaina í ár, at undirtøkan er góð, og at hon verður hildin á sama hátt, sum andanfarnu árini. Siglt verður fríggjakvøldið av Eiði til Hósvíkar, har veitsla verður. Leygardagin veðrur so hildið fram til Nólsoyar.
Hans Jacob Djurhuus sigur, at hesaferð fara samarittar frá Reyða Krossi at vera við í regattaini.
Tað er Hósvíkar Róðrarfelag, sum einsamalt skipar fyri regattaini í Sundalagnum í ár.