Einki sást til Claus

Føroyingar eiga ein landsliðsspælara í Onglandi. Tað er Claus Bech Jørgensen, sum er í Coventry. Beta liðið hjá teimum er í næstbestu deildini. Í vikuskiftinum vóru teir í Leeds, har heimaliðið vann 3-0, eftir at teir í steðginum høvdu verið á odda 1-0.
Higartil hevur tað ikki eydnast Claus Bech Jørgensen at vinna sær pláss á besta liðnum, og heldur ikki hesa ferð var nakað at síggja til føroyska landsliðsspælaran. Tað eru nógvir dystir á skránni í Onglandi. Coventry skal spæla aftur longu í annaðkvøld, tá ið mótstøðuliðið verður Gillingham.
Tá ið so nógvir dystir eru á skránni, kann tað vera so skjótt, at onkur verður skaddur ella leikbannaður. Einki er at ivast í, at Claus Bech Jørgensen fer at fáa møguleikan, og so fer at ráða um hjá honum at taka av og prógva fyri venjaranum, at tað loysir seg at geva honum møguleikan.
Eftir sjey umfør er Coventry á tíggjunda plássinum við tíggju stigum.