Fyrireikararnir av HM-kappingini í fótbólti í Týsklandi stúrdu fyri degnum, tá ið Ongland fór úr kappingini. Roknað varð við, at hetta fór at hava ófrið við sær. Men soleiðis var als ikki. Leygardagin reyk Ongland úr kappingini eftir brotssparkskapping ímóti Portugal, men bretsku áskoðararnir gjørdu einki um seg .
- Vit hava handtikið nakað av fólki, men tað er einki afturímóti tí, sum vit kundu havt roknað við, sigur Gerd Graus, talsmaður fyri fyrireikararnarEini 700 bretskir áskoðarar eru tiknir fyri vánaligan atburð undir HM, men í øllum førum var talan um minni brot, og ongantíð kom tað til veruligar samanbrestir millum áskoðarar.










