Flogbóltur
SÍ hevur uttan iva verið eitt av mest spennandi elementunum í føroyskum kvinnuflogbólti í vetur. Liðið, sum bara á øðrum ári er partur av meistaradeildini, hevur í ár staðið seg framúr væl. Við eini stammu av egnum spælarunum, sum tó er kryddað við góðum uttanhýsis styrki, hava sørvágskvinnurnar skjótt prógvað, at tær eins og menninir vilja hava eitt orð at siga í oddinum.
Í FK-kappingini vóru tær eisini partur av finaludystinum móti TB, sum tær tó taptu, men við finalusessinum í Mjølnir-kappingini høvdu tær tó enn ein møguleika at verða partur av steypafinaluni, sum kanska er størsti einstaki dagurin fyri føroyskan hondbólt.
Tað eydnaðist tó heldur hjá SÍ ikki at vinna seg fram til steypafinaluna hesaferð. ÍF, sum kanska ikki hevur havt bestu hugsandi byrjanina upp á kappingarárið, var snøgt sagt væl betri, tá finalan í Mjølnir-kappingini var á skránni sunnudagin.
Serliga í álopspartinum var ÍF væl sterkari. Tað hevði við sær, at SÍ sjáldan fekk móttøkurnar at rigga nóg væl, og so er trupult at leggja trýst á mótstøðuna.
Við sigrinum hevur ÍF altso vissað sær sætið í steypafinaluni, har TB er mótstøðuliðið. Tað vil við øðrum orðum siga, at hvørki av oddaliðunum úr Vágoynni er partur av stóra finaludegnum.