Mikudagin í síðstu viku var filmurin Grindahvalur frumsýndur í Norðurlandahúsinum. Nógv fólk vóru møtt til fundin, harímillum Hans Jacob Hermansen, ið er nevndarlimur í Grindamannafelagnum.
Sjálvur tók Hans Jacob Hermansen orðið á fundinum, har hann fanst at fleiri av sjónarmiðunum, ið vóru løgd fram í filminum. Við in.fo, sigur hann, at talan var um ein flottan film, men sjónarmiðini vóru avmarkað til tey, ið stuðlaði sjónarmiðinum hjá teimum, ið hava framleitt filmin.
- Um sjálvan filmin skal sigast, at har vóru nógvar fínar og flottar myndir, men hann var sera einsháttaður, og tók ikki allar viðkomandi upplýsingar við.
- Har var nevniliga einki nýtt í innihaldinum. Teir føroyingar, ið kundu vísa á nýggja ella øðrvísi vitan vóru ikki við í filminum. Í staðin varð víst til gamlar grindateljingar, hóast vit hava teljingar frá í summar, og Pál Weihe siga sína hugsan.
- Eisini varð víst á tað, ið vit øll vita, at grindahvalurin er dálkaður, men tað varð aldrin nevnt, at kanningar vísa, at tað grønmeti og frukt, ið vit eta, eisini er dálkað. So mikið nógv, at okkurt av tí er yvir loyvda hámarkið.
Nevndarlimurin í Grindamannafelagnum leggur dent á, at tey í felagnum eru at tosa við viðvíkjandi at steðga grindadrápi, men tað skal vera út frá teimum røttu fortreytunum.
- Vit kunnu ikki brúka kenslurnar, tá vit tosa um at drepa grind. Tað ber ikki til at halda uppat, bara tí onkur heldur at ein grindahvalur sær so fittur út. Men Grindamannafelagið fer aldrin at verja siðvenju, bara tí tað er siðvenja, men okkara sjónarmið er, at tað eru fimm fortreytir, ið skulu avgera um vit drepa eitt djór. Tær fortreytirnar eru:
1) Stovnurin skal ikki vera hóttur.
2) Drápshátturin skal vera pínuleysur.
3) Tað skal drepast til matna.
4) Tað má vera juridiskt haldbart.
5) Maturin skal ikki vera vandamikil.

Einki nýtt í grindafilminum





