Eitt blað í Irak vil vera við, at russisk oljufeløg, politiskir flokkar og sjálvt tann russiska kirkjan fingu muturpengar frá stýrinum hjá Saddam Hussein.
Í Moskva avsannar uttanríkisráðið upplýsingarnar. Sagt verður, at allur samhandil og alt samskifti ímillum Russland og Irak bleiv gjørt samsvarandi ST-samtyktunum um Irak, og at øll olja, sum russar keyptu úr Irak, varð goldin ST, soleiðis sum reglurnar ásettu.
Russisku myndugleikarnir siga seg hava illgruna um, at tíðindini í irakska blaðnum kunnu hava samband við, at Russland sýtti fyri at taka undir við álopinum á Irak. Amerikanararnir boðaðu í desember frá, at russiskar fyritøkur fáa ikki lut í arbeiðinum at endurreisa Irak. Somu boð fingu fyritøkur í Kanada, Fraklandi, Týsklandi og Kina. Bush-stjórnin hevur kortini seinni gjørt av, at kanadiskar fyritøkur kunnu fáa sáttmálar í Irak.