Einki minni enn eina katastrofa

Óhappið seinasta hósdag kemur sum steinur oman á byrðu hjá Smyril Line. Fyri at endurvinna inntøkurnar, sum er mistar av vantandi flutningi av alilaksi, var Smyril Line júst farið undir nýggja farleið á Seyðisfjørð og Bergen. Óli Hammer heldur, at óhappið við Norrønu er einki minni enn ein katastrofa

Í viðtalu við Sjónvarp Føroya mánakvøldið duldi stjórin á Smyril Line, Óli Hammer, ikki fyri, at hendingin hósdagin var einki minni enn ein katastrofa fyri Smyril Line.
Stóra kreppan í alivinnuni og vantandi søla av gomlu Norrønu hevur havt við sær, at raksturin, ið frammanundan er tungur, er blivin væl tyngri enn metingar frammanundan. At Norrøna komandi vikurnar ella møguliga mánaðirnar verður uttanfyri sigling kemur tí sum steinur á byrðu hjá Smyril Line.
Smyril Line var júst farið undir eina nýggja farleið fyri at endurvinna mistu inntøkurnar av vantandi flutningi av alilaksi, tá Norrøna bar við land tríggir ferðir fyri góðari viku síðan og fekk umfatandi skaða.

Óvist
Óli Hammer segði við SVF mánakvøldið, at Smyril Line var komið í eina ómetaliga óhepna støðu, tí teir vóru júst farnir undir nýggju farðleiðina millum Seyðisfjørð og Bergen.
Nógv verður tutlað í hornunum um, hvussu umfatandi skaðarnir eru á Norrønu, men leiðslan á Smyril Line er varin við at úttala seg um , hvussu leingi Norrøna verður uttanfyri sigling.
Óli Hammer metti leystliga, at talan fór at verða um ein til tveir mánaðir. Hann greiddi eisini frá, at tryggingin tekur við skaðunum á Norrønu og tí fór sjálvt umvælingararbeiðið ikki kosta Smyril Line nakað.