Einki minni enn ein gøla

- Tað er einki minni enn ein gøla, at Kringvarpið hevur gjørt av at niðurlagað sjónvarpið í royndunum at spara.

Tað heldur Árni Gregersen, blaðstjóri á Dimmalætting, sum eisini hevur drúgvar royndir úr sjónvarpi, bæði í Føroyum og á Bornholm.
Hann staðfestir, at tað er ongin ivi um, at Kringvarpið skal spara.
Men hann heldur, at tað er ein gøla, at leiðsla og stýri hava gjørt av av niðurlagað sjónvarpið og heldur brúka útvarpið meiri.
- Tað er eitt stórt afturstig fyri føroyska miðlaheimin.
- Sjónvarpið er einasti miðilin, har tað ber til at vísa eina hending eisini. Sjónvarpið er ein nógv sterkari miðil enn útvarpið og Dagur og Vika hevur allar dagir staðið sum ímyndin av góðum, ágangandi journalistikki.
- Vit tosa so nógv um blaðdeyðan. Men veruleikin er, at radiodeyðin er nógv meiri umfatandi.
- Allastaðni eru tað sjónvørpini, sum eru er tann sterki miðilin og útvørp verða bara brúkt til kjak og tónleik.
- Tá ið norski forsætisráðharrin, Stoltenberg, var í Føroyum vildi hann ikki gera samrøðu við Kringvarpið, uttan so, at tað var sent í sjónvarpinum.
Tað hevur altíð verið sagt, at tað er so nógv dýrari at gera sjónvarp enn tað er at ger útvarp. Er tað so ikki skilagott at raðfesta útvarpið framum sjónvarpið.
- Hetta er bara partvíst rætt. Tað er vorðið nógv lættari og bíligari at gera sjónvarp.
Árni Gregersen sigur, at longu tá ið hann var á sjónvarpi á Bornholm, vóru tey langt síðani farin frá at senda heil upptøkulið avstað, hvørja ferð ein søga skuldi gerast.
- Sum held sendu vit ein journalist avstað við einum upptøkutóli og hesin sami journalistur gjørdi so alla sendingina einsamallur og klipti hana eisini.
Tað var ein journalistur til eina søgu….
- Hetta er ein arbeiðsháttur, sum letur seg væl gera til allar vanligar uppgávur og sostatt ber tað til at gera allar vanligar sendingar nógv bíligari.
- Men hendan arbeiðsháttin hava vit ikki sæð nógv til í Kringvarpi Føroya síðani Zakaris Hammer fór, sigur Árni Gregersen
Men tað snýr seg eisini um at renna skjótari hjá journalistunum.
- Tað er alt ov lítið, at hvørt lið bara ger eitt innslag til Dag og viku, heldur Árni Gregersen.