(Premier League) Hvørki Manchester United ella Chelsea megnaðu at geva áskoðarunum valuta fyri pengarnar á Old Trafford í kvøld. Dysturin endaði eisini málleysur og tað sigur alt um dystin.
Viðhaldsfólkini hjá Manchester United tóku væl ímóti nýggja venjaranum, David Moyes, sum hevði Wayne Rooney við frá byrjan. Hann hevur verið settur í samband við Chelsea og venjarin, José Mourinho, hevur heldur ikki fjalt áhugan.
Jose Mourinho hevði ongan beinleiðis framherja inni, men heldur hevði hann Andre Schürrle, sum fremsta mann. Wayne Rooney mundi verða sjónligasti maðurin á vøllinum í fyrra hálvleiki, men tað var lítið at skriva heim um. Bæði liðini høvdu trupult við at koma til stórvegis málmøgulekar.
Í seinna hálvleiki kom Fernando Torres inn í álopið hjá Chelsea, men tað broytti lítið. Liðini høvdu onkur skot í part, men tað bleiv ongantíð vandamikið. Manchester United spælararnir vildu hava eitt brotsspark, tá bólturin kom í hondina á Frank Lampard, men dómarin metti ikki talan var um brotsspark.
Í hinum endanum vildi Ashley Cole vera við, at hann bleiv hálaður um koll av Phil Jones, men heldur ikki hesa ferð bríkslaði dómarin.
Málleysur javnleikur var eisini eitt rættvíst úrslit í einum hugflogsfátækum og lítið hendingaríkum dystin á Old Trafford í kvøld. Chelsea liggur á fyrsta plássi við sjey stigum, men hevur spælt ein dyst fleiri enn tey flestu av hinum liðnum. Manchester United hevur fýra stig á fjórða plássi fyri tveir dystir.
Premier League 3. umfar:
Manchester United – Chelsea 0-0 (0-0)










