Einki mál á skránni til tingfund

Í morgin kemur Løgtingið saman. Men einki mál er á skránni

 

Einasta puntkið á skránni á tingfundinum í morgin klokkan 13:30 er »framløga«, sum er framløga av møguligum uppskotum. So um eingin broyting kemur í, so verður talan um ein sera stuttan tingfund.

Mikudagin klokkan 10 er aftur tingfundur, og tá eru umframt framløgu eisini munnligir fyrispurningar á skránni.

Munnligir fyrispurningar eru spurningar, sum tingfólk á fundinum kunnu seta landsstýrisfólki.