Einki makrel-solospæl á fólkatingi

Svar til Kjartan Hoydal

Kjartan Hoydal skrivar mánadagin um makrelmálið og spyr um tað er rætt "at hetta týdningarmikla mál verður latið upp í hendurnar á fólkatingsumboðum uttan fyri stýrisskipanarlógina og uttan ábyrgd fyri Løgtinginum."
Nei. Tað er sjálvsagt ikki rætt. Og tað er heldur ikki hent.
Hvørki eg ella Edmund Joensen ætla á nakran hátt at koyra solo í hesum máli. Tað er landsstýrið, við Johan Dahl á odda, sum varðar av hesum, og tað virða vit fult og heilt.
Men í teimum tingingum, sum eg og Aksel Johannesen hava havt við komandi danska stjórnarflokkin, hava vit kortini tikið málið fram og víst á, at her er ein ósemja, sum kann gerast rættiliga álvarsom, tá Danmark situr við ES-formansskapinum komandi ár.
Eg havi eisini havt fund við tey grønlendsku umboðini á fólkatingi og greitt teimum frá støðuni. Tilsamans eru tað vit trý, sum lyfta parlamentariska grundarlagið undir stjórnini upp um teir 90 mandatarnar. Tað fara vit ikki at misnýta - men einhvør sær, at tað kann hava týdning.
Men eg havi gjørt øllum púra greitt, at tað er landsstýrið, sum varðar av málinum og skal føra orðið. Fólkatingsumboðini eru einans ein forlongdur armur hjá landsstýrinum. Vit kunnu vera við til at framleiða tilfar. Vit kunnu fáa í lag fundir við danskar leiðarar, har okkara sjónarmið verða løgd fram. Og vit kunnu gera greitt, at hetta hevur týdning fyri okkara samstarv á fólkatingi.
Men landsstýrið er og verður sjálvsagt kunnað um alt og einki verður gjørt, sum ikki er í samsvari við landsstýrisins vilja.

Tung uppgáva
Um tað eydnast at fáa Danmark at broyta støðu er sjálvsagt als ikki vist. Danmark hevur, sum Kjartan Hoydal vísir á, stór áhugamál í makrelvinnuni.
Og eydnast tað at fáa Danmark at broyta støðu, er heldur als ikki vist, at tað er nóg mikið. Danmark er jú bara eitt av mongum ES-londum, sum hava áhuga í hesum.
Men hetta hevur altso kolossalan búskaparligan týdning fyri Føroyar, og tí eiga øll, sum kunnu, sjálvsagt at gera tað, sum stendur í teirra makt. Eisini vit, sum sita í fólkatinginum.