Einki makrel-lutakast

Teksturin í kunngerðini verður broyttur, og tí hevur Vørn fyribils valt at bíða við at býta makrelkvoturnar út

Á heimasíðu sínari skrivar Vørn, at tey í dag hava havt fund við Fiskimálaráðið um makrelkvoturnar í ES-sjógvi.

 

- Fiskimálaráðið boðaði frá, at teksturin í kunngerð um skipan av makrelfiskiskapinum við føroyskum fiskiførum, sum snýr seg um atgongd at fiska í ES-sjógvi verður broyttur. 
Vørn hevur tí gjørt av, at bíða við viðgerðini av umsóknunum um atgongd, til kunngerðarbroytingin er lýst, skrivar Vørn á heimasíðu sínari.

 

Ætlandi skuldi lutakastið um makrelkvoturnar annars fara fram 6. januar.