Einki mál í Vági

Tað gongur javnt á, tá ið teir næstbestu hjá HB og teir bestu hjá VB/Sumba dystast. Fyrr í ár endaði tað 3-3, tá ið liðini hittust í Gundadali.

Í dag hevur HB vitjað á Vágseiði, og tað eydnaðist væl mannaða HB liðnum at sleppa úr Vági við einum stigi. Úrslitið var málleysur javnleikur.

Heimaliðið hevði ikki tað tyngd og tann brodd, sum VB/Sumba fleiri ferðir fyrr í ár hevur víst.

Í jóansøku dystinum um eina viku skal VB/Sumba spæla ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ, meðan HB sama dag fer at fáa vitjan av Víkingi.