10.268 áskoðarar møttu upp, tá ið Lyngby við føroyska landsliðsspælaranum Christian Lamhauge Holst á vøllinum alla tíðina vitjaði AGF í Århus.
Úrslitið var málleysur javnleikur, og tað tóktust báðir partar væl at kunna liva við. Fótbóltsspælið var einki at rópa hurrá fyri. Báðir partar sparkaðu ov nógv og spældu ov lítið.
Kortini var tað undirhaldandi, tí intensiteturin var høgur, og málmøguleikar vóru í báðum endum. Besta møguleikan átti Lyngby, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Christian Lamhauge Holst spældi ein viðspælara púra blankan mitt fyri, men AGF málverjin vardi fyri.
Tem Hansen, sum eisini hevur verið í nánd av føroyska landsliðnum, var ikki við í Lyngby ferðalagnum í Århus í kvøld.









