Einki mál í Manchester

Tað endaði málleyst, tá ið Manchester City seint seinnapartin hevði vitjan av Liverpool.

Úrslitið ber við sær, at Liverpool framvegis er á fjórða plássi, og at Manchester City framvegis er á fimta plássi.

Fram ímóti dystarenda setti Liverpool heimaliðið undir trýst fyri at fáa sigursmálið, men tað eydnaðist ikki. Næst við vóru teir reyðu, tá ið heimaliðið bjargaði á málstrikuni.

Liverpool og Manchester City skulu bæði í eldin aftur mikukvøldið 2. januar. Tá fer Liverpool at spæla á heimavølli ímóti Wigan, og tá fer Manchester City at spæla á útivølli ímóti Newcastle.