Einki mál í Klaksvík

Tað vóru eingi mál í uppgerðini á Norðoyastevnu millum KÍ og Skála. Málmøguleikarnir vóru fáir og smáir, og tað var serliga lítið veiggj í heimaliðnum.

Síðstu løtuna varð Ove Nysted fluttur úr miðverjuni og fram í KÍ álopið, uttan at tað bar mál við sær, og John Petersen var millum teirra, sum vórðu skiftir inn á Skála liðið.