Ukrainski álopsspælarin Andrej Shevchenko hevur verið skaddur í summar, men hóast hann nú er til reiðar at spæla fyri Chelsea aftur, fær hann einki lyfti um pláss á liðnum. Kappingin um álopsplássini er hørð við spælarum sum Drogba, Pizarro og Kalou í hópinum, og hjálparvenjarin Steve Clarke sigur, at Shevchenko verður noyddur at bíða eftir sínum kjansi, og so taka kjansin, tá ið hann fær hann.