- Einki álvarsligt

Tað var ein smeitur fyri føroyska liðið, at Súni Olsen heilt tíðliga í dystinum noyddist at fara av vøllinum við skaða. Ikki tí, avloysarin hjá Súna, Mortan úr Hørg, kom sera væl frá dystinum, men saknurin í Súna var stórur.
- Eg fekk eitt trælær beinan vegin, og so bar ikki til at spæla longur. Sjálvandi er tað harmiligt, men hinvegin so er ikki talan um nakran álvarsligan skaða. Eg vóni, at tað tekur mær einar 2-3 dagar, so eri eg klárur aftur, segði Súni Olsen eftir dystin.
Um sjálvan dystin móti Kypros segði Súni Olsen, at føroyingarnir í veruleikanum spældu væl, men at okkara menn ikki vóru nóg neyvir framman fyri málinum hjá mótstøðumonnunum.
- Tað er tann sama søgan um aftur. Vit standa okkum væl, men hini liðini eru dugnaligari til at skora upp á sínar møguleikar. Vit skora ikki upp á gyltar møguleikar, og tí verða vit revsaðir í hinum endanum, segði Súni Olsen.
Gøtumaðurin fór eftir ætlan aftur til Danmarkar hósdagin, og hann gleddi seg ikki til at boða venjaranum í nýggja felagi sínum, AaB, frá, at hann kom aftur frá landsdysti við skaða, men tíbetur er talan bert um eitt trælær.