Uppskotið hjá landsstýrinum at seta hámark á kirkjuskattin fall í Løgtinginum fyrrapartin. Mentanarnevndin hevði býtt seg í tríggjar minnilutar í hesum málinum.
Umboðini hjá Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum, Andreas Petersen, John Johannesen og Óli Breckmann, mæltu Tinginum til at samtykkja hámarkið hjá landsstýrinum, sum var 0,65 prosent. Umboðini hjá Sambandsflokkinum og Tjóðveldisflokkinum, Marjus Dam, Olav Enomoto, Torbjørn Jacobsen og Heidi Petersen, myndaðu hvør sín minniluta, men skutu í felag upp at strika ásetingina um hámark á kirkjuskattinum.
Tá atkvøtt varð, tóku 15 tinglimir undir við at strika ásetingina um hámarkið, 14 atkvøddu ímóti, og ein atkvøða var blonk.










