Einki álit um fiskivinnuna í dag

Páll á Reynatúgvu segði í gjár, at hann vildi hava øll álit úr løgtingsnevndum til aðru viðgerð, í seinasta lagi klokkan 10 í morgun.

 

Tá til stykkis kom, vórðu einans trý mál klár tá tingfundurin bleiv tikin upp aftur: eitt álit um málráðið, eitt um økta játtan til nýggja havrannsóknarskipið og eitt um ein nýggjan húsarhaldsskúla.

 

Nógv umrødda og umbidna álitið um fiskivinnunýskipanina, kom ikki úr nevnd og er tí ikki klárt at fara til aðru viðgerð. Sum skilst er tað álitið hjá andstøðuni, sum ikki er endaliga klárt enn.

 

Páll á Reynatúgvu sigur, at seinasti tingfundur er komandi hósdag og tað sum ikki er komið úr nevnd tá, tað fellur burtur og mál leggjast fram aftur eftir Ólavssøku.

 

- Tað er upp til teirra, sum dríva politikkin at fáa málini løgd fram. Tað er tað einasta, sum eg kann fyrihalda meg til. Eg havi áset seinasta tingfund at verða hósdagin og uttan so, at ein meirluti ynskir at leingja freistina, so haldi eg meg til tað, sigur Páll á Reynatúgvu.