Einki leikbann til Iniesta

UEFA hevur fríkent Andrés Iniesta fyri at fáa sær eitt gult kort við vilja. Hann verður sostatt tøkur til hálvfinaluna í Champions League móti Real Madrid. Tað var í fyrru fjórðingsfinaluni móti Shakhtar Donetsk á Nou Camp í Barcelona, at Andres Iniesta fekk gult kort fyri ikki at flyta seg, tá Shakhtar Donetsk skuldi taka fríspark. Barcelona vann dystin sannførandi og við gula kortinum fekk Andres Iniesta leikbann í seinnu fjórðingsfinaluni. Tað merkir, at hann er tøkur aftur til hálvfinaluna. UEFA hevur nú hugt nærri eftir støðuni og kannar um Andres Iniesta fekk sær hetta gula kortið við vilja, so hann kundi sita yvir í seinnu fjórðingsfinaluni, sum nærmast ongan týdning hevði.

 

Real Madrid varð fyrr í hesum kappingarárinum dømt fyri at hava fingið sær gul kort við vilja, so leikarar kundu sita yvir í minni týdningarmiklum dystum og samstundis reinsa kort bókina. Tá var talan um Sergio Ramos og Xabi Alonso, sum fingu sær heldur býtt reyð kort.

 

UEFA er nú komið til tað niðurstøðu, at Andrés Iniesta ikki fekk sær gult kort við vilja.

 

Fyrra hálvfinalan verður á Santiago Bernabeu leikvøllinum í Madrid 27. apríl, meðan seinna hálvfinalan verður á Nou Camp í Barcelona 3. mai.