Einki ólavsøkulag í Keflavík

Føroyski landsliðsspælarin Símun Samuelsen og liðfelagar hansara taptu ólavsøkuaftan 3-2, tá ið teir vitjaðu oddaliðið FH á Hafnafirði. Støðan í hálvleikinum var 2-2, og fyritreytirnar hjá Keflavík tóktust vera góðar, tá ið Sverrir Garðarsson á heimaliðnum longu í 34. minutti sá reyða kortið.Longu í 6. minutti legði Keflavík seg á odda. FH javnaði tveir minuttir seinni, og í 20. minutti var FH á odda. Ellivu minuttir undan steðginum misti FH ein mann, og tá ið Keflavík fýra minuttir undan steðginum javnaði til 2-2, tóktist tað síggja bjart út hjá Símuni Samuelsen og liðfeløgunum. Men FH er ikki oddalið fyri einki. Teir megnaðu at halda tætt í verjuni, og seytjan minuttir fyri leiklok skoraðu teir sigursmálið. Næsti dysturin hjá Keflavík verður 9. august, tá ið Breiðablik fer at vitja í Keflavík.