Javnaðartingmaðurin John Johannesen heldur, at í framtíðini fara flokkarnir at velja kvinnur í landsstýrið -Eingin samgonga fer at tora at manna eitt landsstýri við bara monnum eina ferð afturat, sigur John Johannesen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin.
Javnaðarflokkurin hevði boðið Helle Thorning-Schmidt við á landsfund hjá flokkinum nú um vikuskiftið, men av tí, at fólkatingsval varð útskrivað, gjørdi hon kortini av, ikki at koma til Føroya. Kortini var hon á á fundinum í gjár umvegis stórskíggja.
-Umframt, at Helle Thorning-Schmidt skuldi brúkast til at fáa nógv fólk á landsfund, var ætlanin, at hon - sum fyrimynd - skuldi eggja fleiri kvinnum at koma uppí arbeiðið hjá flokkinum, sigur John Johannesen við útvarpið hjá Kringvarpinum.