Einki lívstekin í náminum

Í Ný Sælandi hava bjargingarlið havt eitt myndatól niðri í náminum, sum 29 arbeiðsmenn hava verið innistongdir í síðani fríggjadagin, men sambært myndugleikunum var einki lívstekin at síggja niðri í náminum.

-Hetta bendir tíverri á, at vit verða noydd at síggja tann veruleika í eyguni, at teir 29 menninir sita ikki og bíða eftir at verða bjargaðir, sigur Peter Whittall, sum er stjóri í námsfelagnum Pike River Coal við ný sælendska sjónvarpið.

Upprunaliga ætlaði námsfelagið at senda eitt tólmenni niður í námið at kanna, um tað var ráðiligt at senda bjargingarmenn inn at leita eftir teimum 29 monnunum, men tað bleiv av ongum, tí tólmennið virkaði ikki eftir ætlan.

Avstralia og USA hava boðið sær til at senda onnur tólmenni til endamálið, men tey eru ikki komin enn.