Einki lív á Titan

Myndirnar, sum rúmdarfarið "Huygens" tók av Titan, vísa, at har er einki lív

Í tveir tímar megnaði "Huygens" at taka myndir og at senda tær niður á Jørðina. So slóknaði rúmdarfarið.
Enn hava granskararnir bara kannað ein part av myndunum, sum eftir øllum at døma vísa, hvussu tað kann hava sæð út á Jørðini fyri umleið fýra milliardum árum síðani. Á myndunum sæst, at ein ella onnur væta hevur runnið í áum á mánanum, men hetta kann ikki hav verið vatn, tí tað frystir 179 stig á Titan. Men tað sigur eisini, at har er heldur einki lív - í hvussu er ikki omaná, sigur norski granskarin Bo Andersen við Aftenposten.
Titan hevur atmosferu eins og Jørðin, og granskararnir kanna nú ljóðupptøkur, sum "Huygens" gjørdi á veg niður ígjøgnum atmosferuna. Bo Andersen sigur, at suðið frá rúmdarfarinum hoyrist væl á upptøkunum, og tær vísa eisini, at tað var eitt lot, tá farið setti seg, sigur hann.