Hesa tíðina plaga tollarar onkuntíð at lukta krút í tí viðføri og farmi, sum kemur til Føroya. Í øðrum londum fæst fýrverk til keyps, ið er forboðið at selja í Føroyum, og hetta má sjálvsagt heldur ikki innflytast til Føroya. Men í ár hava tollararnir ikki lagt hald á nakað fýrverk.
Tolleftirlitið í Havn hevur allan hendan mánaðin verið upp á vakt og hevur gjørt fleiri stakroyndir enn vanligt fyri at forða innflutningi av ólógligum fýrverki.
Tað er als ikki loyvt at innflyta fýrverk av nøkrum slag til Føroya uttan loyvi frá fútanum, men á Tolleftirlitinum í Havn hava tey tó valt at síggja millum fingrarnar við, at okkurt av ferðafólkunum, ið komu til Føroya við Norrønu undan jólum, hevði lagt sær nakrar rakettir í bilin.
? Vit hava valt at brúkt ta mannagongd tá vit renna okkum í heilt smáar nøgdir av fýrverki, at vit hyggja eftir um talan er um fýrverk, ið annars er góðkent í Føroyum. Um so er, hava vit ikki tikið fýrverkið frá fólki.
Fáar stakroyndir
Tolleftirlitið á flogvøllinum í Vágum hevur heldur ikki funnið nakað fýrverk í viðførinum hjá teimum mongu jólagestunum. Tað hevur annars verið vanligt at tollararnir á flogvøllinum við jøvnum millumbilum eru komnir fram á ólógligt fýrverk í desember mánaði.
Men á Tolleftirlitinum á flogvøllinum tora tey einki at siga um, hvørt hetta er tekin um at fólk aftra seg við at innflyta fýrverk til landið ella ikki. Vegna tað, sum tollararnir sjálvir meta sum tørvandi arbeiðsorku, hava nevniliga nógv færri stakroyndir verið gjørdar av viðførinum hjá ferðafólki farnu mánaðirnar, enn vanligt var fyrr. Av teirri orsøk ber ikki til at meta um hvussu nógv fýrverk kann vera innflutt ólógliga síðstu tíðina, verður sagt á Tolleftirlitinum á flogvøllinum.