Einki hoyrt um hylin

Svimjing – Eg kenni ikki annað til ov stutta svimjihylin á Isle of Wight, enn tað, sum alment hevur verið frammi, sigur ÍSF-forsetin, Petur Elias Petersen, sum á stjórnarfundi í annaðkvøld fer at kunna seg nærri

Hetta við ov stuttum svimji­hylum á Oyggjaleikum er ikki nakað nýtt. Á Rhodos í 2007 var svimjihylurin nógvar senti­metrar ov stuttur, men tá var ikki ætlanin, at slíkt skuldi endurtaka seg. Tí kom før­oysku svimj­arunum dátt við, at kapp­ingarhylurin á Isle of Wight er ov stuttur – hóast talan bara er um millimetrar.
At hylurin tí ikki lýkur al­tjóða FINA-krøv, kemur illa við hjá bæði Svimjisambandinum og føroysku svimjarunum, tí svimj­ararnir ganga ikki bara høgt uppí at vinna heiðurs­merki, men satsa eisini nógv upp á sjálvar tíðirnar, sum á Oyggja­leikunum ofta eru bæði per­sónlig og føroysk met og kunnu brúkast sum til­meldingar­tíðir til eitt nú EM- og HM-kappingar.
– At talan aftur hesa ferð er um ein ov stuttan kapp­ingar­hyl, hava vit hvørki fingið nakað at vitað um frá Svimji­sam­bandinum ella oyggja­leika­felagsskapinum, IGA, sigur forsetin í ÍSF, Petur Elias Petersen, sum viðgongur, at hann gjørdist skakkur, tá hann frætti um ov stutta hylin á Isle of Wight.
– Har er neyvan nógv at gera, tí bara ein hylur er á Isle of Wight, ið kann brúkast til slíkar kapp­ingar, men allíkavæl kann tað tykjast løgið, at IGA hevur góðkent hetta. Vit í ÍSF hava stjórnarfund í annað­kvøld, og tá ætli eg mær at fáa meira at vita um málið frá Svimji­sambandinum.