Einki hoyrist frá Dómsnevndini

Hóast tað nú eru lidnir 85 dagar, síðani HB og VB/Sumba spældu í kappingini í Løgmanssteypið, so er enn ikki greitt, hvør teirra skal spæla móti EB/Streymi í fjórðingsfinaluni í somu kapping.
Skal metast eftir freistini, sum Dómsnevndin hjá FSF hevur at arbeiða eftir, so skuldi ein úrskurður fyriligið í seinasta lagi seinasta mikudag, men enn hevur ikki borið til at fáa nakað sum helst at vita um nakra avgerð.
Eftir teimum reglum, sum Dómsnevndin hevur at virka eftir, so var seinasta freist at koma við einum úrskurði mikudagin í seinastu viku. Og tað er ikki sørt, at tað man kennast frustrerandi hjá feløgunum, at hægsta nevndin innan FSF á hendan hátt víkir frá sínum egnu tíðarfreistum, tá feløgini sjálvi hava púrasta greiðar tíðarfreistir at svara í teimum málum, sum eitt nú Dómsnevndin hevur við at gera.
Í fjør høvdu vit enntá dømi um, at mál lá í fleiri mánaðir í Dómsnevndini, áðrenn hesi vórðu endaliga avgreidd, men hóast tað neyvan gongur somikið long tíð hesaferð, so er tað ikki í lagi, tá føroyski fótbóltsheimurin skal bíða í tríggjar mánaðir eftir eini avgerð. Eisini hóast talan í fleiri mátar hevur verið um eina óvanliga stóra fløkju.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerking frá formanninum í Dómsnevndini, Høgna Høgnesen, men komandi vikan fer at vísa, hvørt tað skuldi taka meira enn 90 dagar at avgreiða teir 90 minuttirnar, sum dysturin millum HB og VB/Sumba annars var ætlaður at vara.