Einki hómast til breiðu semjuna

Einki bendir á, at tað nærkast einari breiðari semju um nýskipan av fiskivinnuni.

 

Eitt kjak í útvarpinum millum landsstýrismannin við fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, og umboð fyri Fólkaflokkin, Jacob Vestergaard, og umboð fyri Sambandsflokkin, Bjørn Kalsø, staðfesti, at forðingarnar fyri einari breiðari semju í løtuni eru ógvuliga stórar.

 

Miðflokkurin hevur eisini tikið seg butur úr fiskivinnusamráðingunum og fer ikki upp í aftur samráðinganar uttan so, at flokkurin eisini gerst partur av samgonguni.

 

Trýstið á pílin undir myndini og hoyrið samrøðu, sum Rás2 hevði við Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra.