Seinnu árini hevur HB ikki havt lið við í bestu deildini, men B36 hevur verið millum sterkastu liðini í deildini í fleiri.
Nú hevur B36 gjørt av, at felagið fer ikki at hava nakað lið við í 1. deild hjá kvinnum í ár. HB fekk í boði at taka plássið hjá B36, men tók ikki av. Tað gjørdi felagsliðið B68/NSÍ ístaðin.
AB hevur mannað sterkt kvinnulið í ár og ætlar at bjóða av í FM-stríðnum.
Tey seks liðini, sum fara at spæla í bestu kvinnudeildini, eru KÍ, AB, Víkingur, B68/NSÍ, Skála og EB/Streymur.










