Einki harratennis fyrr enn í august

Einki verður at síggja til harratennis, fyrr enn komið er í august mánaða.

Tað hevur altjóða felagið fyri harratennisleikarar, ATP, boðað frá.

Upprunaliga varð steðgur settur fyri øllum harrakappingum fram til miðjan juli, men steðgurin er nú longdur til august, og leiðslan í ATP hevur gjørt greitt, at eingin kapping verður hildin, uttan so at boðað verður frá í minsta lagi tveir mánaðar frammanundan.

Steðgurin kom í tenniskalendaran fyrst í mars mánaði orsakað av koronaumfarssóttini, og úrslitið hevur verið, at bæði gras sesongin og ein stórur partur av grús sesongini eru avlýstar ella útsettar.

Tvær grand slam kappingar eru eisini higartil ávirkaðar av steðginum. Wimbledon, ið skuldi fara í gongd 29. juni, varð avlýst fyri fyrstu ferð síðan annan heimsbardaga, meðan French Open, sum skuldi verið byrjað í gjár, er útsett til september.

Laver Cup, sum er nýggja liðkappingin, ið millum annað Roger Federer og Rafa Nadal hava sett á stovn, er útsett til komandi ár, tí annars lá hon um sama mundið sum French Open.

WTA, ið er evsti myndugleiki í kvinnutennis, hevur ikki tikið juli mánaða úr kalendaranum enn, men kortini eru nakrar juli kappingar avlýstar. WTA hevur boðað frá, at meira verður at frætta um juli og august kalendaran í juni.