Orðaskiftið um fólkaatkvøðuna hevur tikið eina løgna vend. Og fólk eru farin at ivast í, um nøkur fólkaatkvøða yvirhøvur verður um broyting í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.
Sjálvandi verður fólkaatkvøða. Men hon hevur ongan skund. Tað er ikki alt avgerandi, hvussu skjótt tað gongur, tað sum er alt avgerandi er, hvussu væl fólkið er upplýst um, hvussu støðan verður í Føroyum við fullveldi og uttan fullveldi. Og tað hevur sjálvandi nógv við búskap at gera.
Fólkið skal hava at vita, hvat tað er man tekur støðu til. Fáa Føroyar fullveldi, sigur danska stjórnin, at skiftistíðin verður 4 ár, ja, kanska upp móti seks árum. Tað vil siga í hesum tíðarskeiði verður blokkstuðulin minkaður burtur. Men hvussu verður, um einki hendir viðvíkjandi føroyskum sjálvstýri?
Henda spurning hevur landsstýrið skyldu til at fáa svar uppá, og danska stjórnin skyldu til at svara uppá. Fremstu ráðgevarar hjá donsku stjórnini siga, at blokkurin skal minka kortini, og helst minka burtur, uttan mun til hvussu viðurskiftini verða millum londini bæði. Tí føroyski búskapurin er nóg sterkur til tess. Tað vil altso siga, at mest sannlíkt er, at uttan mun til, um vit fáa sjálvstýri ella ikki, so hvørvur danski blokkstuðulin til Føroya. Uttan fullveldi fáa vit kanska nøkur ár afturat, men vit vita tað ikki.
Hvussu verður so, um ein nýggj kreppa stingur seg upp í Føroyum. Eisini her hevur stjórnin sagt, klokkuklárt, at tað er eitt føroyskt problem, og ikki eitt danskt, sama hvussu viðurskiftini verða landanna millum.
Hetta eru tey mál, sum landsstýrið skal arbeiða víðari við, og fáa svar uppá, uttan mun til, hvat kemur burtur úr samráðingunum nú tann 15. juni. Vit skulu sjálvandi røkka teimum endamálum, vit hava sett okkum, nevniliga at Føroyar gerast sjálvberandi og sjálvstøðugar. Nyrup hevur sett sær fyri, at so skal ikki vera. Tað vil siga vit standa í einari støðu sum krevur at mýkjast.
Fyri Sjálvstýrisflokkin er tað ikki avgerandi, at ein fólkaatkvøða skal vera um hetta júst nú, ella ongantíð. Tað sum um ræður er at tíðin er búgvin til fólkaatkvøðu, tá ið hon verður.
Øll minnast, at Sjálvstýrisflokkurin setti sum áfrávíkiligt krav, at fólkaatkvøða skuldi vera um eina nýggja skipan millum Føroyar og Danmark. Høvdu vit ikki kravt tað, so hevði Føroya fólk ikki fingið hesa trygd. Men hetta krav forpliktar okkum til at gera tað klokkuklárt og greitt fyri fólkinum, hvat man sigur ja til, og hvat man sigur nei til. Einki skal gyklast fyri fólki, hvørki viðvíkjandi fullveldi ella viðvíkjandi heimastýri.
Fáa vit ikki svar uppá henda spurning nú, so er tað sjálvandi uppgáva landsstýrisins at fara til verka, líka til vit hava fingið eitt greitt og nøktandi svar. Og hetta arbeiði má taka ta tíð sum krevst. Nú ræður um ikki at lata politiskar ósemjur í Føroyum forkoma møguleikanum at flyta sjálvsavgerðarrættin og ábyrgdina til Føroyar á ein sømiligan og ein rímiligan hátt fyri allar partar.
Helena Dam á Neystabø vit ikki vitja grannan, men vita alt um hvat slag av kynslívi amerikanski forsetin høsnast við.
Vit hava góðar fortreytir
Men hetta skulu vit ikki ræðast. Vit hava altíð livað við hesi avbjóðing. At verða partur av eini lítlari mentan, sum hevur yvirlivað ímóti øllum forsagnum, kann gerast eitt ómetaligt privilegium fyri framtíðina. Vit kenna heimin og heimsins mentanir væl betri enn tær flestu sonevndu "stóru tjóðirnar". Tí vit noyðast at kenna onnur fyri at yvirliva.
Okkara ungdómur dugir longu og fer at duga nógv heimsins mál og kennir aðrar mentanir. Á eini føroyskari uttanríkistænastu ella á einum føroyskum útflutningsvirki fer tað ikki at standa á at hava starvsfólk, sum hvør í sínum lagi kunnu samskifta á japanskum, týskum, sponskum, russiskum, portugisiskum ella arabiskum. Umframt sjálvsagt at duga norðurlendsku málini og enskt væl og virðiliga.
Vit vita, at vit hava ongantíð nóg mikið í okkum sjálvum. At vit mugu burtur fyri at koma heim ? eins og okkara sjómenn altíð hava gjørt, og tikið søgurnar úr Hong Kong, Grønlandi og Ný Foundlandi heimaftur til okkara mentanarliga førning.
Onki land kann í dag útbúgva alt sítt fólk ella byrgja útbúgving og gransking inni á dustutum stovnum. So okkara støða er nú vorðin alra støða. Vit skulu út í heim at útbúgva okkum, men mugu eisini bjóða okkara land og útbúgvingar til onnur.
Tað skal kanska ikki so nógv til, at vit hava nakað at bjóða úti í heimi innan gransking og útbúgving.
Nám eigur at vera eitt gullnám fyri Føroyar.
Høgni Hoydal
Landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum