Einki grenj um skránna á landsliðnum

Manslandsliðið: Håkan Ericson sigur, at hetta landsliðið er tað smidligasta liðið hann hevur havt

Mynd: (Tróndur Arge) Håkan Ericson og Odmar Færø

Á tíðindafundinum undan EM-undankappingardystinum móti Kekkia, sum verður í morgin klokkan 17, segði Håkan Ericson at hann hevur ikki havt eitt smidligari landslið. Hetta í samband við at ferðin til Kekkia bleiv útsett frá fríggjakvøldi til í morgun.

 

- Vit fáa at síggja í morgin hvørja ávrikan tað hevur á okkum, men eg kann siga at hetta er tað liðið, sum teg havi havt, ið tolir broytingar best. Tá vit vunnu EM fyri U21-landslið við Svøríki doyptu vit tað til ”fleksibla-landsliðið”, tí vit rendu okkum í so nógvar avbjóðingar, men hetta liðið enn meira fleksibult sigur Håkan Ericson og fortelur víðari:

 

- Tá vit fáa ein spælara útvístan móti Póllandi byrja vit ikki at skeldast innanhýsis. Vit verja væl og spæla dystin uttan at grenja. Tá vit komu her vildu vit eisini broyta tíðindafundin og venjingartíðina. Tað sloppu vit ikki, men tað grenja vit ikki um. Hetta er ein hópur, sum tolir nógv av.

 

Odmar Færø var eisini á tíðindafundinum. Hann var somuleiðis í bátinum hjá Håkani Ericson.

 

- Tað eru summi ting, sum vit ikki hava ávirkan á, men eg vænti faktist at summir spælarar heldur vildu flúgva í dag, tí so sloppu vit at sova. Eg sigi sum Håkan, vit grenja ikki. Vit hava havt tvær venjingar á Tórsvølli, har vindurin hevur tikið tvey mál, men lagið er gott og vit flenna bara eftir tí, sigur Odmar Færø.

 

Hann vísur eisini á, at føroyskir spælarar eru ikki topp yrkisspælarar, sum tjena nógvar pengar í stórum feløgum. Tað er ikki óvanlig fyri spælarar á einum føroyskum landsliði, at tað koma broytingar í eini skrá.

 

Kekkia og Føroyar spæla á Doosan Arena leikvøllunum í Plzen í morgin klokkan 17.

 

Mynd: (Tróndur Arge) Håkan Ericson og Odmar Færø