Soleiðis er tað, og ikki nyttar at senda Fólkatingsumboð niðuraftur at trevsa uppaftur í einari miseydnaðari ætlan, ið harafturat ikki hevur breiða undirtøku. Nú ræður um at velja umboðan, ið kann saðla um og fáa framdrift í málið, tí greitt er, at alt ella einki politikkurin hevur sligið feil.
Týdningarmikið er, at tann vongurin í føroyskum politikki, ið trýr uppá at menna Føroyska samfelagið eftir samhaldsføstum virðum, arbeiðir saman. Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin arbeiddu væl saman eitt nú í sjeytiárunum, har nøkur av stórstu stigunum á sjálvbjargnisleið vóru tikin, hóast yngra ættarliðið í Tjóðveldisflokkinum einki gott sær millum 1948 og 1998. Vit - og ikki minst nýggja leiðslan í Tjóðveldisflokkinum - mugu minnast til, at tað ikki eru meira enn 30 ár síðani, at hvør skúlatekning skuldi góðkennast av ríkisumboðininum. Einki er komið av sær sjálvum tey seinastu 50 árini.
Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin sótu eisini saman við róðrið, tá nøkur av tyngstu tøkunum í kreppuni vóru tikin. Eg trúgvi uppá eina semju millum Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin, tí tað má vera betur hjá fullveldismonnum at koma hálva leið heldur enn onga leið. Við at halda fast um eina ætlan, ið ikki ber til, tryggjar Tjóðveldisflokkurin saman við Sambandsflokkinum, at vit ongan veg koma á sjálvbjargnisleið.
Við at velja Javnaðarflokkin til Fólkatingsvalið tryggjar tú eina hóvliga leið eftir einum samhaldsføstum leisti. Vit vilja royna at samla vinstravongin aftur, tí tað gagnar bert høgravonginum, at vinstrivongurin í føroyskum politikki ikki stendur saman.










