Tá ið føroyskur fótbóltur stetlaði fyrstu fetini í europeisku liðkappingunum, var tað KÍ, sum var fyrsta liðið at royna seg í meistarakappingini – á mannfólkasíðuni. Mótstøðuliðið í 1992 var Skonto Riga úr Letlandi, sum vann 3-1 á Svangaskarði. Málið hjá klaksvíkingum skoraði Olgar Danielsen.
Hetta kennist ivaleyst eitt sindur óviðkomandi at draga fram, tá ið tað snýr seg um føroyskan kvinnufótbólt, men tað er ein samanhangur í hesum. Skonto Riga luttók í europeisku meistarakappingini í 1992, tí liðið hevði vunnið meistaraheitið í 1991. Hetta var fyrsta árið í langari røð av meistaraheitum. Skonto Riga vann meistaraheitið øll árini frá 1991 og fram til 2004. Tað vil siga fjúrtan meistaraheiti á rað.
KÍ kvinnurnar siga seg bara hava fokus á næsta dysti og ikki á talinum á FM heitum. Síðani 2000 hava tær vunnið 13 ferðir, og eftir úrslitini í gjár er vegurin breiður og tryggjur fram ímóti fjúrtanda FM heitinum á rað. Harvið hava tær møguleika at leggja seg upp á síðuna á meistarametinum hjá Skonto Riga.
– Nú fokusera vit bara upp á næsta dystin, men vit kunnu ikki siga annað, enn at tað nú er upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu vinna FM eina ferð aftrat, sigur Malena Josephsen, liðformaður hjá KÍ, og hon heldur fram:
– Vit eru sera fegnar um 6-1 sigurin á HB í gjár. Satt at siga stúrdu vit eitt sindur fyri júst hesum dystinum. Tað komst av, at venjingin í felagnum hevur verið rættuliga óreglulig seinast vikurnar. Tíggju av okkara spælarum hava verið upptiknar av landsliðsfótbólti – U19 og a-landsliðnum. Vit hava allar verið nógv í eldinum. HB hevði fimm á landsliðunum báðum, og tær spældu ikki so nógv. Men tað gekk væl, staðfestir KÍ liðformaðurin og endurtekur, at tær taka ein dyst í senn, og at einki er liðugt fyrrenn alt er liðugt!
Í tveimum teimum seinastu umførunum skal KÍ spæla ímóti ÍF í Klaksvík og ímóti AB á Argjum. EBS/Skála, sum er einasti avbjóðari hjá KÍ, og sum er eitt stig aftanfyri KÍ, hevði frí hetta vikuskiftið. Mótstøðuliðini hjá EBS/Skála eru B36 á útivølli og HB á heimavølli.
Stóra London felagið Arsenal er í løtuni ovast í bestu eingilsku deildini hjá mannfólkunum. Eisini hjá kvinnunum roynist tað væl. Arsenal kvinnurnar hava vunnið meistaraheitið níggju tey seinastu árini. Harvið eru Arsenal kvinnurnar tær næstu KÍ í meistaraheitum á rað í europeisku landskappingunum. Tað ber eisini til at siga, at Arsenal rennur aftan á KÍ!
Í hinum báðum dystunum í gjár gekk tað soleiðis, sum tað út frá støðutalvuni kundi roknast við. B36 vann 6-2 í Gundadali á AB. Har var Guðrið Thomsen tvífaldur málskjútti. Í grannauppgerðini millum Víking og ÍF vann Víkingur 2-0.