Einki foreldragjald undir verkfalli

Sosiala nevnd hjá Klaksvíkar kommunu samtykti á fundi hin 8. februar, at foreldragjaldið á barnaansingarstovnum kommununar ikki verður kravt fyri verkfalsdagarnar, og á fundi hin 15. februar samtykti fíggjarnevndin at taka undir við Sosialu nevnd.

Sostatt er nú endaliga greitt, at foreldur at børnum, sum eru brúkarar av barnaansingarstovnum kommununar, einki skulu rinda fyri tað tíðarskeiðið, har eingin ansing er vegna verkfall.

- Tá verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag byrjaði, lótu barnaansingarstovnarnir aftur, og hesir veita tí onga tænastu. Tí er náttúrligt, at einki gjald verður kravt frá foreldrunum í hesum tíðarskeiði.

Tað sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Hon vísir á, at neyðugt hevur verið at leggja málið fyri avvarðandi nevndir, áðrenn boðast kundi endaliga frá hesum, og hetta er nú gjørt.

- Tá verkfallið er av, verður gjørt upp, og foreldrini fáa tá eina góðskriving fyri verkfalsdagarnar, sigur borgarstjórin, sum vónar, at verkfallið skjótt fær ein enda, tí verandi umstøður hjá familjum og arbeiðsplássum eru ikki nøktandi.