Einki flytingarvindeyga

Føroysku fótbóltsfeløgini hildu ikki, at uppskotið um møgulig flytingarvindeygu var búgvið til støðutakan

Sonevndu flytingarvindeyguni vóru seinsata heyst sett í gildi í alheims fótbóltsheiminum, men enn eru føroyingar so ikki vorðnir partur av hesum.
Nevndin hjá FSF hevði annars eitt uppskot um flytingarvindeyga til aðalfundin. Uppskotið varð í fyrstu syftu tikið aftur av nevndini, men á eykaaðalfundinum varð tað lagt framaftur.
Við tað at uppskotið fyrst varð tikið aftur, skuldi tó ein atkvøðugreiðsla til, har feløgini skuldu gera av, hvørt uppskotið yvirhøvur skuldi viðgerast, og hetta helt ein breiður meiriluti av feløgunum.
Tað var tó ikki soleiðis, at feløgini vóru so øgiliga nógv fyri uppskotinum. Serliga tí tvinnir trupulleikar tóktust gera seg galdandi.
FSF hevði í sínum uppskoti ásett, at flytingarvindeyguni skuldu vera frá kappingarloki og átta vikur fram, og so í summarsteðginum, men serliga hetta fyrra hildu flestu feløgini vera alt ov lítið. Tað krevur í øllum førum, at feløgini skulu hava leikarahópir sínar upp á pláss innan jólini, og tað fall ikki í so góða jørð.
Hin trupulleikin tóktist vera, at uppskotið hjá FSF fevndi um allar vaksnamannadeildir og um bæði sáttmála- og áhugaleikarar. Her hildu feløgini, at tað átti at borið til at snikkað eitt serføroyskt uppskot til, soleiðis at atlit verða tikin til, at vit ikki hava veruligan yrkisfótbólt her heima.
Lítið konkret kom fram í so máta, men tað skiltist tó millum reglurnar, at flestu feløgini helst vildu hava, at eitt slíkt uppskot bert kom at fevna um sáttmálaleikarar í teimum báðum ovastu mansdeildunum. Og at glaðu amatørarnir soleiðis ikki skuldu verða læstir inni í eini stirvnari skipan.
Eingin niðurstøða varð gjørd um málið, sum FSF-nevndin at enda tók aftur, men tað tóktist tó vera ein breið semja um, at feløgini og FSF í felag fara at arbeiða víðari við málinum, soleiðis at ein loysn kann finnast. Kanska til komandi aðalfundin.