Danski ferðslumálaráðharrin Sonja Mikkelsen vitjar í hesum døgum Finnboga Arge, landstýrismann. Tey hava samráðst um flogvøll og útbygging og møguliga yvirtøku av honum.
Samráðingarnar fyrradagin gingu tó heldur strilti og einki úrslit hómaðist, tá tey bæði týskvøldið boðaðu til tíðindafund.
Sonja Mikkelsen sigur, at danir einki hava ímóti ynski føroyinga um at yvirtaka flogvøllin. Hon leggur tó dent á, at enn er eingin semja í málinum og nógvir spurningar eru eftir at greiða.
Sonja Mikkelsen sigur, at skal málið síggjast á donsku fíggjarlógini fyri ár 2000, so er ein ávís tíðarfreist. Fólkatingið tekur fíggjarlógina upp í heyst og tá má flogvallarmálið vera avgreitt, um tað skal speglast á donsku fíggjarlógini.
Danir gjalda ikki alt
Danir eru til reiðar at lata føroyingar yvirtaka flogvøllin og eisini at vera við til at tryggja trygga og góða samferðslu til Føroya loftvegis.
Men spurningurin um, hvør skal gjalda útbyggingina av flogvøllinum er ikki avgreiddur. Sonja Mikkelsen og Finnbogi Arge komu ikki nær einum úrsliti . So enn er ikki greitt, um Føroyar ella Danmark koma at gjalda ella hvussu gjaldsbýtið verður. Men greitt er, at tað var ikki ein gávuríkur ferðslumálaráðharri, ið vitjaði føroyska landsstýrismannin í samferðslumálum.
Fullveldi
Tá umrøtt verður, at nógvir týðandi spurningar eru abgerðandi í málinum, so er eingin loyna, at ætlanirnar um fullveldi spæla inn, men Sonja Mikkelsen heldur ikki, at hesar ætlanir eru komnar í vegin fyri samráðingunum. Hon heldur, at ein kann ikki leggja seg upp aftur á og bíða, men heldur royna at fáa málið um flogvøllin avgreitt. So fer tíðin at vísa, um aðrar ætlanir leggja samráðingarnar afturum seg.
Finnbogi Arge sigur, at ætlanirnar um fullveldi ikki bara kunnu gloymast undir samráðingunum og at tað sjálvsagt hevur ávirkan, at ein yvirordnað avgerð kann koma at spæla inn.
Skuffaður landsstýrismaður
Landsstýrið hevur ikki ætlanir um at yvirtaka flogvøllin, sum hann er nú. Ætlanir eru gjørdar um útbygging og glíðirás. Henda ætlan kostar 137 milliónir krónur, harav føroyingar skulu gjalda 11 milliónir krónur.
Finnbogi Arge kann bert staðfesta, at farið er undir eina prosess og at burturúr samráðingunum spurdust ongar 126 milliónir og eingin yvirtøka. Hóast hann vónaði, at náast kundi á mál, so er hann nú greiður yvir, at hetta mál tekur tíð og at røkkast kundi ikki á mál í fyrsta samráðiingarumfarinum.
Eftir samráðingarnar fyrradagin, vitjaðu Sonja Mikklesen og Finnbogi Arge í Løgtinginum, har løgtingsformaðurin Finnbogi Ísakson greiddi frá. Seinni á kvøldi var ein óformligur fundur. Nær næstu veruligu samráðingarnar vera, er enn ikki greitt.