Einki ferðamannaskip til Havnar fyribils

– Einki ferðamannaskip kemur á havnir í Tórshavnar kommunu komandi tíðina.

Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.

Næsta ferðamannaskipið skuldi koma á Havnina fríggjadagin í næstu viku. Tað er Astoria, sum kemur úr Reykjavík og fer víðari úr Føroyum til Hetlands.

Ætlanin er, at skipið skal liggja á Havnini í 10 tímar. Men sambært borgarstjóranum í Havn verður hetta nú av ongum.

Næsta vitjan av ferðamannaskipið er 18. mai, tá ferðamannaskipið Magellan kemur til Havnar úr Lerwic í Hetlandi.

Løgmaður segði á tíðindafundi í morgun, at landsstýrið heitir á kommunur um ikki at taka ímóti ferðamannaskipum.