Á facebook-síðuni - Nólsoy Nú & Tá - hava í seinastuni ligið myndir av seiðarúgvum, sum menn hava fingið á runddorg fram við landi.
Nøkur kvøld herfyri fekk ein bátur umleið 300 pund av seiði, og nøkur kvøld seinni fekk ein annar bátur eisini eina stóra rúgvu av seiði.
Seiður er góður til knetti og frikadellur, og tað eru tey, sum dáma seið betri enn annan fisk.
Stoktur seiður og seiðalivur plagar eisini at hildnast, og hetta er rættiligt guff hjá mongum.
Eftir at Ivan Holm og Edmund Hansen høvdu verið við runddorg og høvdu fingið nógvan seið, fór Ivan morgunin eftir at gera knettir og frikadellir saman við Severin Danielsen.
Á myndini er Ivan Holm á veg til hús við stórum fati og stórum vælsmakkandi knettum við nógvari tálg.