Hvat gjørdu tú, áðrenn tú byrjaði í Miðlahúsinum?
Eg arbeiddi hjá fyritøkuni Blika, sum sølufólk. Og áðrenn tað arbeiddi eg hjá Trygd, eisini sum sølufólk.
Hvat dró teg at miðlaheiminum?
Eg havi altíð verið sera áhuga í journalistfakinum. Eg var sum 15 ára gomul í starvsvenjing hjá Kringvarpinum, og longu tá visti eg, at áhugin fyri miðlaheiminum var til staðar.
Hvat er tað besta við at arbeiða við útvarpi/blaði?
Tað besta er, at arbeiði er ótrúliga fjøltáttað. Og okkara stjórar hava stórt álit á fólkunum, og loyva okkum tí at “prøva okkum fram”, og soleiðis fáa vit eisini nógvar royndir og sleppa til stuttligar uppgávur.
Hvat er tað ringasta?
Tað ringasta er, at vit mangan hava nógvar uppgávur, og tí kennist tað til tíðir sum at tað, sum vit koyra út til Føroya fólk, ikki er nóg væl gjøgnumarbeitt, tí tíðin ikki altíð røkkur til tess.
Hvat hevur verið títt størsta scoop?
Tað er ótrúliga ringt at siga. Eg havi gjørt ótrúliga nógvar samrøðu. Summar meira áhugaverdar enn aðrar ? Men ein, sum fólk enn spyrja meg um, er samrøðan eg hevði við Imma Dam. Eg havi eisini tosa við nógv kend fólk uttanlands og í Føroyum, so eg veit ikki rættiliga hvat er tann størsta søgan.
Hvat er mest óhepna hendingin?
Tað má verða, tá ið eg kunngjørdi fyri Føroya fólki, beinleiðis í tíðindunum á Rás2, at eldur var í Eik banka Yviri við Strond. Tá var tað altso bara ein brandvenjing ?
Tú fer niður til Danmarkar at lesa, hvat skal tú lesa?
Eg fari ætlandi at lesa stjórnmálafrøði og kommunikatión.
Hvat fer tú at sakna mest í arbeiðinum?
Eg fari at sakna fólkini í Miðlahúsinum ógvuliga nógv. Samanhaldið í Miðlahúsinum er ógvuliga serstakt, og eg loyvi mær at ivast í, at tað finst á øðrum arbeiðsplássum. Umframt tað, so fari eg at sakna spenningin við arbeiðinum, og tær stuttligu løturnar, sum vit mangan hava, tá ið vit gera beinleiðis sendingar frá ymsum tiltøkum. Men eg vóni og vænti, at eg verið aftur á Rásini í summar ?
Er tú til hund ella kettu og hví?
Hund. Tí einki er sum ein deiligur og fittur hundur – mín eitur Markus ?
Hvat er tín lívsrættur?
Mammusa matur ?
Hvat er tín dreymur at uppliva?
At uppliva mentanina í fjarskotnum londum sum Thailand, Kina og hinum asiatisku londunum og uppliva djóralívið og mentanina í Afrika.
Um tú ikki búði í Føroyum, hvar hevði tú so vilja búð?
Trúgvi Írlandi, eftirsum tað minnir rættiliga nógv um Føroyar.
Fer tú at søkja aftur í miðlaheimin eftir loknan lesnað?
Sjálvandi. Trúgvi tað verður trupult at finna nakað meira spennandi arbeiði.