Okkara hægsta ynski er fáa góð livilíkindi her á Strondum, sigur borgarstjórin Malena Thomsen.
At tað veruliga er so, prógvar tann seinasta útstykkingin hjá kommununi. Hon er í roynd og veru longu ov lítil.
Hetta eru sum vera man góð tíðindi fyri tey, ið vara av kommununi her uttast á vestara armi á Skálafjørðinum.
Hinvegin so er alt sum bendir á, at trýstið og eftirspurningurin eftir grundøkjum kann gerast uppaftur størri í framtíðini, tá ætlaði undirsjóvartunnilin millum Streymoynna og Eysturoynna verður framdur í verki.
Tí ynskir kommunan at vera ein kommuna sum kann taka sær øllum borgarunum í kommununi. Í dag eru tí ein dagstovnur í gerð, skúlin skal útbyggjast munandi, eins og ætlanir eru frammi um eitt sambýli í kommununi.
Hækka skattaprosentið
Til tess at nøkta eftirspurningin eftir grundøkjum hevur kommunan í eina tíð arbeitt við at fyrireika eina rættiliga umfatandi útstykking á einum staði í bygdini tey nevna í Lánni.
Eftir hesi ætlan skulu útvegast 24 grundøki. Hóast hetta kann tykjast sum eitt stórt tal, so er alt sum bendir á, at kommunan má fara at hugsa um enn eina útstykking.
Ein sannroynd er í øllum førum at umsóknir eru til øll hesi 24 grundøkini, - í roynd og veru til enn fleiri.
Nei, vit høvdu ikki væntað so stóran áhuga, sigur Malena Thomsen.
Ætlanin er nú at fyrireika hesa útstykkingina í Lánni, soleiðis at tey fyrstu grundøkini kunnu verða seld komandi ár.
Umframt hesa útstykkingina hevur kommunan aðrar stórar ætlanir tey næstu árini. Og hetta hevur so hinvegin gjørt tað neyðugt hjá kommununi at hækka skattaprosentið úr 18 upp í 21,5.
Hetta er ikki nakað vit eru errin av. Men hetta er kortini neyðugt til tess at kunna fíggja allar hesar íløgurnar, sigur borgtarstjórin.
Skattur og fólkatal
Skattainntøkan hjá Sjóvar kommunu var í 2005 uppá 19,4 mió. kr. Við ársbyrjan vóru 1038 fólk í Sjóvar kommunu.
Í Sjóvar kommunu eru bygdirnar: Innan Glyvur, Strendur, Kolbeinagjógv, Morskranes og Selatrað.
Samlaða víddin av Sjóvar Sókn er 33,33 ferkilometrar.