- Einki er ókeypis

Tað sigur HB-venjarin um at møta 3. deildarliðnum MB í steypakappingini.

Lutakast um hvussu spælast skal í kappingini um Løgmanssteypið hevur verið í kvøld, og tað er greitt, at fleiri av liðunum eru stórfavorittar í 1/8-finalunum, sum verða spældar 2. apríl.


Eitt av liðunum, sum hevur fingið eitt yvirkomiligt lutakast, er HB. Teir skulu spæla á heimavølli ímóti MB, sum spælir í fjórðbestu deildini.

 

Les eisini: Hesi hittast í steypakappingini


- Hatta var eitt gott lutakast. Tað er ein fyrimunur ikki at møta einum hinum liðunum í Effodeildini, heldur HB-venjarin, Sigfríður Clementsen.


- Vit fáa illa runnið frá ábyrgdini sum favorittar. Fær ein heimavøll, so skal ein ikki klaga, líkamikið hvørjum tú møtir, sigur hann víðari.


Hóast mótstøðan ikki er av ovastu hill, so hevur Sigfríður ongar ætlanir um at spara nakrar spælarar.


- Steypakappingin er skjótasti vegur til Evropa, so eg kann ikki ímynda mær annað, enn at vit stilla við sterkastu uppstilling. Um man fer inn við tí fyri eyga, at hesin dysturin er ókeypis, so tekur man feil, sigur Sigfríður Clementsen.